«2023»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Venjing, kappingarárið 2022

Vetravenjingin hjá Tórshavnar Súkklufelag byrjar nú liðug, og vit vilja tí bjóða "øllum" við til uttanduravenjingina, sum fyri fyrst verður hvørt hóskvøld.

Vit bjóða royndum sum óroyndum súkklarum til felagsvenjing. Eisini børnum.


Í summar venja vit soleiðis.

Súkking fyri ØLL:

Hósdagar frá 19 til 20.

Møtt verður í Kaldbaksbotni

Venjarar: Geyr Gilsteinsson & Eyðun Jakobsen


Hósdagar kr. 18.30:

Royndir súkklarar. Møtt verður í Vágsbotn, við Súkkluverkstaðið hjá Gunnari

Venjari: Gunnar Dahl-Olsen


Skipað verður fyri kappingum eisini, og nær og hvar kappast verður sæst her:


Kappingar 2022 - Tórshavnar Súkklufelag (tsf.fo)

Við jøvnum millumbili verður somuleiðis skipað fyri MOTIÓNSSÚKKLING. Á okkara Facebook vanga, Súkkling í Føroyum, sæst nær hesir túrar verða fyriskipaðir.