Glaðir súkklarar klárir at kappast :)

Úrslit: Kapp du Norð + nógvar myndir

Súkklukappingin hjá Tórshavnar Súkklufelga á Norðasta Horni spældist væl av. 21 børn í aldrinum 7 til 13 ár høvdu leitað sær fram til kappingina og stóðu spent klár at innrita kl. 17.00. Umframt innritan, høvdu luttakarnir eisini møguleika at velja sær ein íspinn at skriva navn sítt á og koyra í eina krukku til lutakast um vinningar aftaná súkklukappingina. At hugna um kappingina høvdu foreldur skipað eitt kaku og kaffiborð umframt frukt, ið enn einaferð var latin okkum frá PM Heilsølu. Kemilux hevði hjálpt okkum við dunkum við kranum at bjóða vatn úr.

Kappingin var skipað í tríggjar bólkar. Bólkur 1 vóru børn frá 2003 og seinni, bólkur 2 vóru børn frá 2000-2002 og bólkur 3 vóru børn frá 1997-1997. Yngsti bólkurin súkklaði ein tein rundan um fótbóltsvøllin og gøturnar við barnagarðin, í meðan báðir eldru bólkarnir súkklaðu ein meira torføran tein bæði gjøgnum bøin, útav høgum kantum og gjøgnum forðingar inni í barnagarðinum.

 

Í bólki 1 vóru fýra luttakarar hjá dreingjum og ein hjá gentum. Hjá Brandi Niclassen var tíanverri soleiðis, at ketan leyp av, og fitt av tíð fór við at fáa hana á aftur. Tískil kappaðust hinir tríggir óført um, hvør skuldi verða fremstur. Tá avtornaði, vann Sámal Jákup Jacobsen á Óðin Andor Ellefsen aftaná ein ordans endabrest. Jason Thomsen í Stovugarði kom buldrandi inn á eitt triðja pláss. Einsamalla kappingargentan Eydna Hansen vísti dreingjunum, at teir bara skula ansa sær, og at hon saktans kann kappast við teir. Hon vann sjálvandi sín bólk, men hevði eisini blandað seg á heiðurspallinum millum dreingirnar á einum flottum triðja plássi.

 

í bólki 2 vóru fleiri luttakarar hjá dreingjum, men eisini bara ein genta. Bartal Dam Gregoriussen legði seg beint á odda og traðkaði sum eitt óløgið allan vegin á mál sum fyrsti maður. Í hølinum á honum var Tummas Simonsen, sum var óheppin at detta aftaná fyrsta rundan var súkklað. Við skurðslaðum knæi helt Tummas óført á at jagstra Bartal og kom flott á mál sum nummar tvey. Eitt sindur av blanding kom í hjá dómarunum, og komu teir at telja skeivt á hvør gjørdist nummar trý. Hans Olivur Kristjánsson má hava verið so skjótur framvið málinum eina av ferðunum, at dómarirnir als ikki náddi at síggja hann. Rakett-Hans rópa teir hann. Hørð kapping var um plássini beint aftanfyri, og lógu Finnur Hansen, Andrew Gunnarson Nielsen og Regin Marjunarson og bardust um at gerast fjórði drongur á mál. Einsamalla gentan Rebekka Hoydal Joensen, legði eisini bart fyri, og spurtaði undan flestu dreingjunum at byrja við. Hon vísti síðani, at tað ikki bara var í byrjani at hon var sterk, men at hon saktans bæði dugdi og orkaði at trampa í pedalurnar allan vegin á mál. Eisini hon var komin á sigurspallin, hevði hon kappast við dreingirnar, á einum flottum triðja plássi.

 

Í bólki 3 vóru heili átta luttakarar hjá dreingjum, og enn einaferð ein genta.  Mortan Johannesen vísti seg sum bæði sterkan og kringan fjallasúkklara og súkklaði á flottan hátt gjøgnum forðingarnar á teininum sum skjótasti drongur. Tóri Christiansen var líka tryggur á øðrum plássi, hóast hann rakti skeivt inn á eina lítla forðing og gleið eina ferð. Hann var tó skjótur uppi aftur og risti grús og skerv av sær. Tað latst til, at grúsið fekk meira ilt enn Tóri. Um triðja plássið bardust serliga Andrias Dam og Hilbert Johannesen, men teimum næstir vóru eisini Teitur Bjarnastein, Teitur Tausen og Rúni í Lon. Tað verður øgiligt, tá hesir hava kappast nakrar ferðir afturat, at vita um ikki teir fara at bjóða Mortan av um fyrsta plássið! Einsamalla gentan í elsta bólkinum Durita Toftum Joensen, vann sjálvsagt sín bólk, men stríddist til tann bitra enda og endaði á einum samlaðum 5. plássi. Hon súkklaði sum um hon aldrin hevur gjørt annað enn at sita á fjallasúkklu og hugna sær. Dreingirnir skulu heilt bestemt vara sær, um teir ikki ætla at verða settir púra til viks av hesu sterku gentuni.

 

Omaná vinningarnar, ið vóru kakaomjólkbrikkar frá MBM, vóru latnir ymsir vinningar í lutakasti. Hetta varð skipað soleiðis, at ein fitt lítil genta slapp at taka íspinnar úr einari krukku. Á íspinnunum stóðu síðani nøvnini á hepnu vinnarunum. Millum vinningarnar vóru hjálmar frá Ráðið fyri Fersðlutrygd, Trygdarvestar frá FØNIX, kakaomjólk frá MBM, drekkidunkar frá Tryggingarfelagið Føroyar og árskort frá Sjósavn Føroya. Tað er sera gleðiligt, at so nógv góð feløg og virki vildi stuðla tiltakinum.

 

 

Dreingir - Bólkur 1

Nummar

Navn

Ár

1

Sámal Jákup Jacobsen

2002

2

Óðin Andor Ellefsen

2002

3

Jason Thomsen Stovugarði

2002

4

Brandur Niclasen

2003

Dreingir - Bólkur 2

Nummar

Navn

Ár

1

Bartal Dam Gregoriussen

2000

2

Tummas Simonsen

2000

3

Hans Olivur Kristjánsson

2001

4

Finnur Hansen

2000

5

Andrew Gunnarson Nielsen

2001

6

Regin Marjunarson

2000

Dreingir - Bólkur 3

Nummar

Navn

Ár

1

Mortan Johannesen

1997

2

Tóri Christiansen

1997

3

Andrias Dam

1999

4

Hilbert Johannesen

1998

5

Teitur Bjarnastein

1997

6

Teitur Tausen

1999

8

Rúni í Lon

1998

Gentur - Bólkur 1

Nummar

Navn

Ár

1

Eydna Hansen

2003

Gentur - Bólkur 2

Nummar

Navn

Ár

1

Rebekka Hoydal Joensen

2001

Gentur - Bólkur 3

Nummar

Navn

Ár

1

Durita toftum Joensen

1999