Úrslit: FM einkultstart 2011
Gunnar og Jóanis Albert FM-vinnarar í einkultstarti | |
Nr. 1 og FM-vinnari Gunnar Dahl-Olsen, nr 2 Kjartan Egholm og nr. 3 Høgni Rúnason Øster. | |
FM í einkultstarti var leygardagin 27 august 2011. Súkklað var úr
Kollafirði, unglingarnir súkklaðu norður til Áir, teinurin er 22 km. - Mennirnir
súkklaðu norður til Norðskála, teinurin hjá teimum var 40 km. Í dag vóru ongar
kvinnur til kappingina. Marin Heinesen og Súsanna Skylv-Hansen eru báðar staddar
í Danmørk. Líkindini at súkkla vóru hampulig, tó var eitt fitt lot í Sundalagnum, tá teir súkklaðu norðureftir, undanvindurin kom væl við, tá ið súkklað varð aftur til Kollafjarðar. Hjá monnunum gjørdist Gunnar Dahl-Olsen FM-vinnari, við miðalferðini 35.18. Hjá unglingum gjørdist Jóanis Albert FM-vinnari, við miðalferðini 32.38 Úrslit hjá monnum: 1. Gunnar Dahl-Olsen, tíðin 1.08.22 - miðalferð 35.18 km/t 2. Kjartan Egholm, tíðin 1.14.07 - miðalferð 32.40 km/t 3. Høgni Rúnason Øster, tíðin 1.18,51 - miðalferð 30.56 km/t Úrslit hjá unglingunum: 1. Jóanis Albert Nielsen, tíðin 40,39 - miðalferð 32.38 km/t 2. Tóri Nielsen, tíðin 56.39 - miðalferð 23.20 km/t. | |
Unglingar: Nr. 1 og FM-vinnari Jóanis Albert Nielsen, nr. 2 Tóri Nielsen. | |
Tóri Nielsen startar. | |
Jóanis Albert Nielsen. | |
Kjartan Egholm. | |
Høgni Rúnason Øster. | |
Kelda: www.joanisnielsen.fo | |