
Úrslit: 30KM einkultstartur 10. juni 2012
Gunnar Dahl Olsen, Andrass Joensen og Jóanis Albert Nielsen (Mynd: Jóhan Jacobsen)
Í dag skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri kapping í einkultstarti. Kappast varð á 30 km teininum frá Plantusøluni við Hvítanesvegin í Havn til Kalbak og so aftur á mál við Plantusøluna.
Veðrið var gott til kapping, eitt lot inn eftir Kalbaksfirði, men ikki soleiðis at tað gjørdi mun.
Kappast varð í 4 bólkum: Dreingir, kvinnuunglingar, mansunglingar og menn.
Gunnar Dahl Olsen vann mansbólkin, hann var tveir minuttir frammanfyri Andrass Joensen, sum aftur var tveir minuttir frammanfyri Jóanis Albert Nielsen - Gudmundur Joensen gjøgnumførdi ikki, hann hevur verið sjúkur og føldi seg illa, tí valdi hann at gevast.
Í unglinga bólkinum vóru tveir súkklarar, Tummas Óli Olsen vann við tíðini 57.23 og Tóri Nielsen gjørdist nummar 2 við tíðini 59.58.
Elsa Berg var einasti kvinnuunglingi, hon hevði tíðina 1.05.42
Í dreingjabólkinum vóru tveir súkklarar, Bartal D. Gregoriussen vann við tíðini 1.08.40, ímeðan 9-ára gamli Pauli Jacobsen gjørdist nr. 2 við tíðini 1.25.34.
Mansbólkurin:
Gunnar Dahl Olsen 44.44
Andrass Joensen 46.47
Jóanis Albert Nielsen 48.40
Sverri M. Edvinsson 49.55
Sigmund Olsson 50.07
Dávur Magnussen 50.14
Elmar Ósá 55.42
Høgni Øster 55.53
Evald Rasmussen 57.41
Kári Simonsen 58.21
Arnfinn Helmsdal 58.51
Unglingar:
Tummas Óli Olsen 57.23
Tóri Nielsen 59.58
Kvinnuunglingar:
Elsa Berg 1.05.42
Dreingir:
Bartal D. Gregoriussen 1.08.40
Pauli Jacobsen 1.25.34.
Kelda: www.joanisnielsen.fo