«2023»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Tvær kappingar og tveir sigrar

17. Mai 2021

Eitt hendingarikt vikuskifti hjá Tórshavnar Súkklufelag. Tvær kappingar blivu fyriskipaðar, ein leygardagin, og so bleiv tað afur kappast sunnudagin. Meðan tað bleiv kappast í Landavegsúkkling leygardagin, so bleiv kappast í Einultstarti sunnudagin. Jákup Petur Eliasen vann leygardagin, og tað gjørdi hann aftur...

les meir

Víkingar og hvirlur á Eiðisskarð

17. Mai 2021

Leygardagin bleiv kappast í Landavegsúkkling. Teinurin gekk úr Havn, norður gjøgnum Sundalagið, og so skuldu súkklarar niðan á Eiðisskarð, har málið var. Hesu ferð var kappingin skipað soleiðis, at allir bólkar súkklaðu sama tein. Uppmøtingin var góð leygardagin. Útisetar komu heim at...

les meir

Sannførandi sigur til Dávur

26. Apr 2021

Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping. Leiðin gekk hesa ferð til Sands og leygardagin bleiv kappast í Einkultstarti.Startur og mál var við Meginskúlan á Sandi. Leiðin gekk gjøgnum Sandsbygd til Skálavíkar, og so gekk leiðin aftur til Meginskúlan. Ein spennandi og varierandi teinur, sum var...

les meir

Kapping og motiónstúrur

22. Apr 2021

Komandi leygardag verður kappast í Einkultstarti. Kappingin leygardagin er 3. umfar av GIANT Várkappingini 2021. Fimm umfør eru í hesari kapping, og tað verður bara kappast í Einkultstari í hesari Cup kapping.Helgi W. Olsen liggur á odda í kappingini. Hann hevur vunnið báðar kappingar, og...

les meir

Helgi skjótastur niðan á Mýrarnar

02. Apr 2021

Kappingarárið hjá Tórshavnar Súkklufelag er júst byrjað, og Skírishósdag bleiv kappast í Landavegsúkkling. Hetta er triðja kappingin í ár, og hóast harða kapping frá Dávur og Jákup Petur Eliasen, so var sigurin hjá Helga W. Olsen triði sigurin á rað. Tríggjar kappingar og tríggir sigrar.Kappast...

les meir

Enn ein sigur til Helga

21. Mar 2021

Tvær kappingar, tveir sigrar. Helgi W. Olsen endaði aftur ovast á sigurspallinum, eftir at hann leygardagin vann annan sigurin á rað, í ársins útgávu av GIANT Várkappingini 2021. Aftur hesu ferð var spurningurin um hvør fór við sigrinum, Dávur Magnussen ella Helgi. Munurin var ikki...

les meir

Kappingarárið 2021 byrjaði við einum braki

01. Mar 2021

Ein heldur buldrut kappingarbyrjan, kann ein siga um kappingina í gjár, tá ársins fyrsta kapping var á skránni. Umframt nógvan vind og glaðurok í Kaldbaksbotni, so endaði kappingin við einum braki, tá ein av luttakarunum rendi á seyð, sum knappliga stóð mitt á vegnum. Óhepni...

les meir

Enn ein sannførandi sigur ...

04. Okt 2020

... til Dávur Magnussen. Í dag skipaði TSF fyri ársins seinastu kapping. Dávur vann í dag, og Dávur vann samanlagt kappingina, ið kallast GIANT Várkappingin 2020. Júst hendan kappingin er samansett av fimm Einkultstartskappingum. Av fimm Einkultstartskappingum vann hann fýra. Sannførandi.Kappingarárið er nú at enda...

les meir