«2022»Í dag«Okt»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Jákup Petur hevur lagt seg á odda

27. Mai 2022

LM Kring Føroyar er byrjað, og eftir tvær etapur hevur Jákup Petur Eliasen lagt seg á odda. Kappingin byrjaði mikukvøldið, tá kappast var í Einkultstarti. Koyrt varð úr Miðvági, til Sørvág, og so til Bíggjar. Her bleiv vent, og so skuldi kvinnur og menn koyra...

les meir

Helgi sigraði leygardagin

16. Mai 2022

Eysturoyggin var karmur um VEG kappingina, ið Tórshavnar Súkklufelag og TROY skipaðu fyri leygardagin (TROY er nýggja súkklu- og triathlon felagið í Eysturoy).Kanska var tað stóra súkklukappingin, LM KRING FØROYAR, sum verður í døgunum frá 25. til 29. mai, ið hevði við sær, at uppmøtingin...

les meir

Jákup Petur vann tryggan sigur

19. Apr 2022

2. Páskadag skipaði Tórshavnar Súkklufelag aftur fyri súkklukapping. Hesa ferð í Einkultstarti. Teinurin gekk frá Auto Service, eftir Oyggjarvegnum og niðan á Sornfelli. Ein teinur á góðar 17 kilometrar.Jákup Petur Eliasen vann kappingina leygardagin og aftur 2. Páskadag. Ein kundi kanska hugsað tankan, at ein...

les meir

Javnleikur

17. Apr 2022

Tað var sera javn, tá seinastu metrarnir skuldu koyrast niðan á Eiðisskarð. So javn, at vinnarin hjá kvinnum og monnum komu um málstrikuna í sama sekundi.Kappast var leygardagin, og møguleiki var at kappast á tveimum teinum. Øll byrjaðu samstundis frá Effostøðini í Havn, har starturin...

les meir

Felagsvenjing - súkkling fyri øll

06. Apr 2022

Tórshavnar Súkklufelag fer í næstum at skipa fyri felagssúkling fyri øll. Øll eru vælkomin, ung sum eldri, roynd sum óroynd. Súkklað verður í Kaldbaksbotni hvørt hóskvøld kl. 19, og vit møtast við bátahylin í Kaldbaksbotni. Um tað viðrar er ætlanin, at fyrsta...

les meir

Sól og stormur

21. Mar 2022

Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin fyri fyrstu VEG kappingini í felagsstarti í ár. Hetta er triðja kapping í ár, men fyrsti felagsstartur. Fyrsta og onnur kappingin vóru Einkultstartskappingar.Leygardagin bleiv kappast í Sundalagnum. Startur og mál var við Effostøðina í Kollafjarðadali, og gekk leiðin norður gjøgnum Sundalagið....

les meir

Fult stigatal til Jákup Petur

15. Mar 2022

Tórshavnar Súkklufelag skipaði aftur fyri súkklukapping í vikuskiftinum. Aftur hesa ferð var tað kappast í Einkultstarti og aftur hesa ferð var tað Jákup Petur Eliasen, ið endaði ovast á sigurspallinum. TSF skipar aftur í ár fyri einari kapping, ið er samansett av fimm Einkultstartskappingum -...

les meir

Sigur til Jákup Petur í ársins fyrstu súkklukapping

28. Feb 2022

Jákup Petur Eliasen gjørdist vinnari av ársins fyrstu súkklukapping, ið TSF skipaði fyri í dag. Kaldbaksbotnur var karmur um kappingina, og tað bleiv súkklað millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd. Ein teinur á góðar 8 km. Hesin bleiv koyrdur tríggjar ferð, og súkklarar koyrdu tí 24 km...

les meir