
Vinn, vinn, vinn
Veðrið var av tí fagrasta, tá Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag ígjár skipaði fyri afturvendandi kappingini Tour de Eysturoy.
Ikki allar, men nógvar bygdir gekk leiðin ígjøgnum. Kappingin byrjaði og endaði í Runavík, har málið var við Løkin.
Leiðin gekk fyrst til Skálabotn. Her bleiv vent, og so gekk leiðin til Syðrugøtu, til Norðagøtu, til Leirvík, og síðan eftir gamla Leirvíksvegnum til Kambsdal, og til Fuglafjørð. Leiðing gekk eftir niðara vegi, og síðan drúgvu "Muntrabrekkuna". Leiðin gekk síðan til Kambsdal, Norðagøtu, Syðrugøtu, til Søldafjørð, Runavík, til Toftir, Runt Agnið, til Æðuvík, til Rituvík, og síðan á mál í Runavík.
Hóast kappingarárið er farið at halla, og formurin tí hevur fingið eitt kvink skeiva vegin, so var súkklugleðin stór, nú veðrið var av tí allar fagrasta. Nærum ongin vindur, bláur himmal og sól. Tá veðrið er sum tað var leygardagin, so følast brekkurnar ikki so langar og drúgvar, sum tær gera tá vindferðin er høg og himmalin gráur. Teir sum koyrdu longra teinin koyrdu góðar 1400 hæddarmetrar.
Tann sum var glaðast var vinnarin, og vinnarin gjørdist, ikki óvæntað, Jákup Petur Eliassen.
Tíðliga í kappingini, oman móti undir Gøtueiði, koyrdi hann frá feltinum. Hann helt tørn rættiliga leingi, og var tað ikki fyrr enn at vent var í Skálabotni, at Andrass Joensen, Casper Rosen, Rógvi Róin og aðrir fingu hann aftur.
Nú var samling aftur, men tá leiðin gekk niðan móti Gøtueiði slitnaði aftur. Gunnar Dahl-Olsen megnaði akkurát at fylgja Jákup Peturi uppum, og nú var tað so hendan duo´in sum koyrdi frá feltinum.
Men drúgvir vóru teir, og tá leiðin gekk eftir gamla Leirvíksvegnum kom fyrst Andrass, síðan Casper og síðan Rógvi upp til duo´ina.
Fimm blivu til fýra tá leiðin gekk niðan gjøngum "Muntrabrekkuna". Men tá drúgvi teinurin úr Syðrugøtu niðan á Gøtueiði skuldi traðkast, so blivu fýra til tveir, og nú fingu Jákup Petur og Gunnar eitt gott hol aftur til Andrass og Casper.
Útbrotið økti og økti, og tá leiðin gekk framvið Fríðrikskirkjuni, vóru fylgjararnir úr eygsjón. Jákup Petur og Gunnar fylgdust, og tá tað vóru umleið 2 kilometur á mál rykti Jákup Petur frá Gunnari, og sekundir seinni koyrdi hann solo um málstrikuna.
Úrslit, 72 km Landavegsúkkling:
1. Jákup Petur Eliassen, 2 tímar 17 minuttir og 35 sekund
2. Gunnar Dahl-Olsen, 2:17:40
3. Andrass Joensen, 2:19:40
4. Casper Rosen, 2:21:20
5. Rógvi Róin, 2:24:40
6. Eirikur Joensen, 2:37:55
7. Henry Berg, 2:49:49
8. Eyðun Jakobsen, 2:49:51
Úrslit, 50 km Landavegsúkkling:
1. Regin Thomsen, 2 tímar 19 minuttir og 41 sekund
2. Torleif Thorleifsson, 2:19:42
Næsta kapping, ið samstundis er ársins seinasta kapping, verður komandi leygardag. Tá verður kappast í Einkultstarti og tá verður aftur kappast í Eysturoynni. Nýggi FM teinurin verður tá aftur royndir, og tann teinur er av Strondum til Skálabotn og aftur til Strendur.
Kappingin byrjar kl 15, og skulu allir luttakarar møta í seinasta lagi kl 14.30.