«2024»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29      
M T M H F L S

Tvær kappingar, tvey meistaraheiti

Í góðveðrinum í dag bleiv skipað fyri FM í VEG súkkling. Bláur himmal og sól, og tí var lagið gott, tá byrjað var í Runavík í gjár. 

Byrjað var í Runavík, og málið var í Havn. Ein teinur á 104 kilometrar tá leiðing gongur um Eiðisskarð og eftir Oyggjarvegnum til Havnar. 

Talið á súkklarum var metstórt, eftirsum SST aftur í ár hevði avgjørt, at skipa FM kappingina saman við einum súkkluátaki, ið kallast "Súkkluavbjóðingin 2023". Ikki færri enn 67 súkklarar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum súkklarum av. 

Meðan Team Rynkeby fyrireikar seg til langa túrin úr Klaksvík til París, so fyrireika føroyskir súkklarar seg til Oyggjaleikir, sum eisini verða fyrst í juli. 

Ein kvinna hevði avgjørt at royna seg í kappingini um FM heitið, og er tað ein sum tvær ferð áður hevur súkklað á Team Rynkeby liðnum. Sigrid Bjartalíð royndi seg á fyrsta sinni í einari súkklukapping, og eftir teir 104 km langa teinin í gjár kann hon nú kalla seg føroyarmeistara í súkkling. 

Kvinnurnar koyrdu sama tein sum menninir, og Sigrid brúkti 5 tímar, 9 minuttir og 43 sekund um teir 104 kilometrarnar.  

Jákup Petur endaði aftur ovast á sigurspallinum

Undan kappingini var Jákup Petur Eliassen ein av favorittunum at vinna kappingina. Magni Hansen, sum koyrdi ein sera góðan Einkultstart mikudagin, var ikki við í dag. Eisini hann var eitt gott boð til eitt pláss á sigurspallinum. Helgi W. Olsen er uttanlanda í arbeiðsørinum, og hann var tí heldur ikki við. Hilmar Hansen er stinnur bæði í fjallasúkkling og í vegsúkkling, var heldur ikki við. 

Men aðrir vóru við, og tí vóru tað aðrir, ið bjóðau sær sjálvum og favorittinum av.

Byrjað var í Runavík, og kappingin byrjaði við einum sokallaðum "master-starti". Leiðin gekk fyrst móti Rituvík, og síðan Runt Agnið. Tá stóri hópurin var komin aftur til Runavík, var givið leyst, og tí frítt hjá súkklarunum at koyra. Ferðin fór upp, og skjótt blivu 67 til 20, sum síðan blivu til átta máns, sum við góðari ferð settu kós móti Funningbotni. 

Tá leiðin gekk móti Funningi høvdu tveir súkklarar lagt seg á odda, og vóru tað Jákup Petur og Gunnar Dahl-Olsen.

Seks blivu til tveir, og nú vóru tað Pauli Poulsen og Bogi Gregersen, sum royndu at koyra Jákup Petur og Gunnar innaftur soleiðis, at drúgvi teinurin gjøgnum Sundalagið ikki bleiv so drúgvur. 

Jákup Petur og Gunnar øktu niðan móti Eiðisskarði, og tá leiðin gekk oman móti Eiði vóru tað góð 40 sekund millum bólkarnar. 

Var tað tungt at koyra niðan úr Funningi, so var tað enn tyngri at koyra slætta teinin suður gjøgnum Sundalagið. Mótvindur var, og tað var ikki við mýkindum.

Meðan Bogi fekk trupulleikar við gearunum, so møddist Gunnar meir og meir. Jákup Petur koyrdi tí frá Gunnar niðan úr Hósvík, og Pauli kundi uttan hóvasták koyra frá Boga, sum nú hevði fingið tekniskar trupulleikar at dragast við. Ein og ein stríddi seg tí, fyrst móti Effostøðini í Kollafjarðadali, og síðan eftir Oyggjarvegnum til Havnar. 

Jákup Petur var aftur væl koyrandi leygardagin, og hann kundi tí, eftir 3 tímar og 35 minuttir á súkkluni, koyra ein tryggan sigur heim, og fáa enn eitt gull FM heiðursmerki um hálsin. 

Minni trygt var tað hjá Gunnari. Við Effostøðína í Kollafjarðadali vóru tað fýra minuttir millum Gunnar og Paula. Í súkkling eru fýra minuttir , men tá Oyggjarvegurin er brattur, harður og drúgvur at koyra, so kann tað plussiliga ikki verða so nógv. 

Eins og Jákup Petur, er Pauli drúgvur á súkkluni. Fýra minuttir blivu til tríggir og tá leiðin gekk framvið Norðadalsskarð vóru tað bert tveir minuttir millum teir sum báðar sum jagstraðu silvurið. Pauli nærkaðist tá tað gekk niðaneftir, og tá tað gekk omaneftir, fekk Gunnar vunnið sær nøkur sekundir aftur. 

Gunnar kom á mál sum nummar tvey, men tað var bara akkurát. Tað gingu bert 38 sekund, so koyrdi Pauli Poulsen um málstrikuna, sum nummar trý, og FM bronsuvinnari.


Rógvi og Eirikur

Av einhvørjari orsøk misti Rógvi Róin longu í Søldafirði, og var hann tí ikki ein av teimum áttu sum tíðliga í kappingini sluppu avstað. 

Stinnur er hann á súkkluni og best hevur hann tað tá tað gongur niðaneftir. Tá leiðin gekk um Eiðisskarð hevði hann tikið fleiri aftur. 

Umráðandi var at ikki at koyra einsimallur gjøgnum Sundalagið, eftirsum vindurin var so nógvur. So gekk aftur niðan, og hesa ferð niðan á Oyggjarvegin. Rógvi var á "heimavølli" og tað gingu tí ikki nógvir minuttir, so kom Rógvi um málstrikuna, bert hálvanannan minutt eftir Paula.

Eisini Eirikur Joensen kundi gleðast um sítt flotta avrik, eftirsum hann ikki hevur tað líka gott Rógvi, tá tað gongur um dalar og fjøll. Teinurin leygardagin er allarhelst ein av drúgvastu teinum í Føroyum. Tað ger avrikið hjá Eiriki ikki minni flott. Eirikur kom á mál sum fimti maður. 


FM í Býarsúkkling útsett

Eftir ætlan skuldi FM kappingin í Býarsúkkling koyrast í dag. Vegna ov lítla luttøku avgjørdi SST (Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon) at útseta kappingina til eftir Oyggjaleikir. Kunnað verður á sst.fo nær og hvar koyrt verður. 

Úrslit frá FM í Landavegsúkkling og Súkkluavbjóðingini 2023 sæst á leinkjuni niðanfyri:

FM VEG 2023 VEGASÚKKLING | Race results | Webscorer