«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Tiltak

2012/04/16

Barnavenjing 2012

Tað er nú greitt at venjingin fyri børn skal eftir ætlan byrja aftaná páskir í vár. Fyrsta venjing er 16. apríl.Meir um tíðir og venjarar seinni. Vegna TSFEli JC

les meir

TSF nýggja nevnd

Tórshavnar Súkklufelag hevði eyka aðalfund mikukvøldið 23. november 2011.

Sitandi nevndin hevði boðað frá at hon helt ikki áfram aftaná fundin, og tískil skuldi nýggja nevnd veljast.

Í fráfarandi nevndini sótu Geyr Gilsteinsson, Eyðfinn Lenvig og Ingemar Johannesen. Ingemar hevur sitið í nevndini eitt valskeið, Eyðfinn tvey og Geyr eini fimm ella seks, og hevur verið formaður í fleiri ár. Vit takka teimum fyri arbeiði teir hava gjørt í felagnum.

Í nýggju nevndini eru Gunnar Dahl-Olsen, Kjartan Egholm og Eli J. Christiansen.

Gunnar hevur verið í nevndini fyrr, og sitið sum formaður í fleiri ár. Hetta er fyrstu ferð Eli eru í nevndini í TSF ímeðan Kjartan hevur drúgvar royndir sum formaður í Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Nýggja nevndin hevur fleiri mál fyri framman, harav eitt er Kring Føroyar kappingin komandi ár. Oyggjaleikir á Bermuda eru heldur ikki so langt burturi, og so er ungdómsarbeiði eitt mál sum stendur frammaliga á dagsskránni.

Nevndin hevur skipa seg soleiðis:

Formaður: Kjartan Egholm

Kassameirstari: Eli J. Christiansen

Skrivari: Gunnar Dahl-Olsen