«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

MET MTB kappingin 2023: Sami vinnari sum seinast

Í gjár bleiv kappast í næstu kapping í MET MTB kappingini 2023, MET2. 

Kappast varð á gøtunum í Havnardali. Veðrið var gott, og tað eru gøturnar framvið Sandá eisini. Uppmøtingin kundi verið betri. 

Onkur nýggjur súkklari var við, og tað er altíð gleðiligt. Sami vinnari sum í fyrstu kapping, og tað gleddist Jákup Petur Eliassen um. Serliga tí, at møguleiki var at koyra tveir teinar. Tann eini var eitt sindur tekniskur, og hin eitt sindur longri. Tann sum valdi ta meira teknisku rutuna vann sær nøkur sekundir á hvørjum umfari. 

Ungi og evnaríki fjallasúkklarin, Jón Helgi Lamhauge, valdi tí meira teknisku rutuna, og Jákup Petur, tí longru. Eina løtu, tá munurin var stórstur millum teir fremstu, førdi Jón Helgi við umleið 3 minuttum. Spenningurin øktiskt, tá klokkan nærkaðist tí hálva tímanum, sum kappingin vardi. Jákup Petur minkaði um munin upp til Jón Helga fyri hvørt umfar. Tíðin styttist, men tá klokkan ringdi fyri seinasta umfari eru bert 30 sekund millum nummar eitt og tvey. Endan var at Jákup Petur vann, og kom á mál 22  sekund frammanfyri Jón Helga. Triðjur um mállinjuna gjørdist Bartal í Gongini. 

Úrslit, MET2, Havnardalur, 30 min XCC:

1. Jákup Petur Eliassen, 35 minuttir 41 sekund, 5 umfør

2. Jón Helgi Lamhauge, 36:03, 5 umfør

3. Bartal í Gongini, 35:46, 4 umfør

4. Rúni Juul, 36:30, 4 umfør

5. Markus Bjarnason, 36:37, 4 umfør


Komandi sunnudag verður kappast í 3. umfari av MET MTB kappingini 2023, MET3. TST skipar fyri venjingarlegu alt vikuskiftið, og kappingin, sum byrjar kl 14 sunnudagin, er samstundis seinasta "venjing" á venjingarleguni. 

Tá verður kappast í Hoydølum, og startur og mál er við fimleikahøllina við gamla Studentaskúlan í Hoydølum. Allir luttakarar skulu møta í seinasta lagi kl 13.30.