
MET MTB kappingin 2023: Fimm feitar fjallasúkklukappingar
TST fer í heyst at skipa fyri fimm fjallasúkklukappingum. Hetta verður ein kapping fyri øll. Ung sum eldri, kvinnur, menn og ungdómar.
Konseptið er:
- Ein kapping fyri øll
- Lættar rutur
- Tað skal verða stuttligt
- Tað skal verða mennandi
- Tað skal verða gevandi
- Vit súkkla kl 14 sunnudagar
- Ikki ov langir teinar
- Ikki ov tekniskar teinar
MET, ið eru kendir fyri at framleiða framúrskarandi hjálmar, er høvuðsstuðul til hesar kappingar. Vit burturluta hjálmar frá MET, og verða vinningarnir verður lutaðir burtur millum øll, ið hava luttikið í trimum ella fleiri av fimm kappingum, sum verða skipaðir sunnudagar í novembur og desembur.
Í viðheftu fílu síggja tit ruturnar, og sum tit síggja, so verður tað í Hoydølum og í Havnardali vit fara at kappast.
Konseptið inniber eisini kaffi, te, kakao, hugni og okkurt gott afturvið.
Vónandi taka tit væl ímóti hesum møguleika. Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Eitt "tiltak" verður stovnað, og her ber til at meldað seg til kappingina. Luttøkugjaldið er kr 50 fyri hvørja kapping, men til ber eisini at gjalda fyri allar fimm kappingarnar, og tá er prísurin kr 200.
Upphæddin skal flytast á konto 9181 4542659. Viðmerk navn og MET MTB 2023.
Upphæddin skal flytast á konto 9181 4542659. Viðmerk navn og MET MTB 2023.
MET MTB kappingin 2023, teinar.pdf