«2023»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28          
M T M H F L S

LM Kring Føroyar 2023

Kanska er tað ikki rætt at siga at talan er um eina jólagávu, men ein gáva er tað - frá okkum til okkum.

Vit í Kring Føroyar bólkinum fara aftur í komandi ár at skipa fyri súkklukappingini Kring Føroyar, sum aftur í 2023 fær navnið LM Kring Føroyar, eftirsum Leif Mohr aftur verður høvuðsstuðul til kappingina.

Navnið verður sum sagt tað sama, konseptið somuleiðis tað sama, og longdin á teimum fimm teinunum verða umleið tær somu. 

  • Kappast verður í fimm dagar
  • Kappast verður kring landið
  • Kappingin er fyri kvinnur og menn
  • Kappast verður í bólkunum, unglingar, opin bólkur og motionistar
  • Teinarnir liggja millum 55 og 75 km (undantikið Einkultstarturin)
  • Tað ber til at tilmelda seg ein, fleiri ella allar teinarnar 
Vit ætla at vit koyra somu teinar sum í ár, men møguliga verður onkur broyting.

Kappast verður á hesum oyggjum:

  • Streymoy
  • Eysturoy
  • Borðoy
  • Sandoy
  • Suðuroy
Ynski eru um aftur at koyra um Hestin, men áðrenn vit kunnu lova tað, mugu vit kanna í hvørjum standi vegurin nú er í. Í ár bleiv avgjørt ikki at koyra um Hestin, eftirsum vegurin var í sera ringum standi. 
- Vit sparra við Løgregluna um teinar, ferðslu og ferðslutrygdina. Meta teir at onkur teinur er ov vandamikil, so lurta vit sjálvandi eftir teimum, sigur Geyr Gilsteinsson, limur í Kring Føroyar bólkinum.
Mánaðurin verður eisini hin sami, og vit hava tí avgjørt, at kappast verður í døgunum frá 17. til 21. mai. Fyrsta etapa verður mikudag og fimta og seinasta etapan sunnudag.
- Vit halda at tíðspunktið er gott, eftirsum nógv av okkum stutt frammanundan hava verið á venjingarlegu á Mallorca, og tí at onkur skal trimma formin áðrenn hon ella hann, saman við súkklulandslandsliðnum, fer til Guerney at kappast, sigur Geyr Gilsteinsson.  
Oyggjaleikir verða á Guernsey í døgunum frá 8. til 14. juli.

Longu nú ber til at tilmelda seg LM Kring Føroyar 2023. Tað kann man á www.atgongumerki.fo, við at trýsta á leinkjna niðanfyri: