«2021»Í dag«Des»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

LM Kring Føroyar 2021 - Dávur vann tepurt

So er LM Kring Føroyar 2021 byrjað og fyrsta etapa súkklað. Í dag bleiv súkklað á Vágoynni, og í dag var Einkultstartur á skránni.

Teinurin gekk úr Miðvági til Bø. Her bleiv vent, og so gekk leiðin aftur til Miðvág. Ein teinur á góðar 25 km. Startur og mál var við FK í Miðvági. 

Ein spennandi teinur, har súkklarin bæði skuldi finna eitt gott stev eftir slættanum framvið Leitisvatni, koyra trygt oman í Sørvág, fyri síðan at koyra tunga teinin niðan móti flogvøllinum. 

Spenningur var í luftini, meðan tíðtakarar og dómarar kannaðu tíðirnar. Úrslitið vísti at tað var sera tætt millum fremstu súkklararnar hjá bæði hjá kvinnum og monnum. Meðan tað bert vóru 17 sekund sum skilti nummar eitt og tvey hjá kvinnum, so vóru tað bert sjey sekund millum nummar eitt og tvey hjá monnum. 

Teir hava verið sera javnir í alt ár, og í dag var onki undantak. Tá kappast var um FM í Einkultstarti fyrr í ár, vann Helgi W. Olsen við fýra sekundum. Í dag var tað Dávur Magnussen, ið vann tepurt, og bert 7 sekund vóru millum okkara sterkastu súkklarar. Dávur vann og koyrdi teinin uppá 33 minuttir og 33 sekund. Helgi brúkti 33 minuttir og 40 sekund um teinin. 

Nummar trý hjá monnum gjørdist Jákup Petur Eliasen. Jákup Petur kom á mál ein góðan minutt eftir vinnaran. 

Hjá kvinnunum gjørdist Maria Svabo Hansen vinnari. Maria brúkti 43 minuttir og 19 sekund um teinin. Elsa Berg brúkti 43 minuttir og 36 sekund um teinin, og gjørdist hon nummar tvey. Nummar trý hjá kvinnum gjørdist Anita Johannesen. Anita brúkti 47 minuttir og 49 sekund um teinin. 


Eysturoy og Borðoy

Í morgin verður 2. etapa av LM Kring Føroyar súkklað. Byrjað verður við Norðskála. Leiðin gongur norður gjøgnum Sundalagið, um Eiðisskarð, um Gøtueiði, og so á mál í Klaksvík. 

Ein teinur har nógv kann henda, eftirsum súkklarar í morgin skulu súkkla nógvar hæddarmetrar. Serliga Eiðisskarð kann arga, eftirsum langi teinurin úr Eiði niðan á skarið er tungur, og tí hesin liggur tíðliga í kappingini. Súkklarin er enn ótroyttur, og leggur tí ofta ov nógv fyri. Langt er eftir á mál, og kreftirnar kunnu tí ganga undan. Spennandi verður, hvørs tað verður Dávur ella Helgi sum standa ovast á sigurspallinum í morgin. Ella verður tað kanska Jákup Petur, ið stendur ovast á sigurspallinum í morgin? Livst so spyrst.

Kappingin byrjar klokkan 17.00, og roknast kann við, at fyrsti súkklarin fer um málstrikuna umleið klokkan 19. Málið er við Effostøðina í Klaksvík.


Úrslit kvinnur og samlað støða


Fornavn1Eftirnavn1Vøra1. teinur
1Maria00.43.19
2Elsa00.43.36
3Anita00.47.49
4Rigmor00.49.44
5Súsanna00.50.32
6Gurið00.52.32


Úrslit menn og samlað støða


Fornavn1Eftirnavn1Vøra1. teinur
1Dávur00.33.33
2Helgi00.33.40
3Jákup Petur00.34.51
4Andras00.36.25
5Regin00.36.30
6Casper00.37.28
7Hilmar00.37.41
8Jóhan Petur00.38.00
9Bogi g00.38.11
10Jón00.39.03
11Kjartan00.39.53
12Flóvin00.40.35
13Christian00.40.44
14Jóhan Petur00.41.08
15Eyðun00.43.03
16Bartal00.44.25
Eyvind00.44.25
18Henry00.45.16
19Evald00.51.36