«2024»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29      
M T M H F L S

Leif Mohr Kring Føroyar byrjar í morgin

So er tað nú. Í morgin, mikudagin 17. mei kl 19.30 fer fyrsti súkklari avstað. 

Eysturoyggin verður karmur um 1. etapu av ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar. Tá verður kappast í Einkultstarti, og teinurin sum verður koyrdur er frá Effostøðini í Runavík til Effostøðina í Skalabotni, og so aftur á mál við Effostøðina í Runavík. Hetta er ein avbjóðandi teinur, eftirsum nakrar drúgvar brekkur eru á teininum. Teinurin er góðar 25 km til longdar.

Tað eru 25 súkklarar, ið hava tilmeldað seg kappingina í ár, harav eru tað 16 súkklarar, sum koyra allar teinarnar, tað vil siga allar fimm dagarnar.

Byrjað verður sum sagt í Eysturoynni. 2. teinur byrjar eisini í Eysturoy, og tá er málið í Klaksvík. Leiðin gongur av Norðskála, um Eiðisskarð, um Gøtueiði, gjøgnum undirsjóvartunnilin, og so á mál við Effostøðina í Klaksvík. 

Spennandi verður, og allarhelst verður tað á Eiðisskarð at avgerðin fellur. Livst so spyrst. 

3. etapa verður koyrd á Sandoynni. Startur og mál er í Skálavík. Sandoyggin er ein fantastisk "súkkluoyggj", og hevur Kring Føroyar fleiri ferð áður verið koyrd á oynni. Men teinurin sum verður koyrdur í ár, hevur ikki verið royndur áður. Hesa ferð gongur leiðin úr Skálavík til Sands. Nú verður koyrt runt um Sandsvatn, áðrenn leiðin gongur móti Húsavík, og síðan víðari til Dals. Koyrt verður aftur til Skálavík, runt í bygdini, og so skulu kvinnur og menn aftur til Sandsbygd, runt um Sandsvatn á øðrum sinni, og so aftur á mál í Skálavík. 

4. etapan verður fyri 27. ferð í Suðuroy. Eisini ein spennandi og vøkur oyggj at kappast í. Byrjað verður á Tvøroyri. Leiðin gongur til Hvalba, runt í bygdini, og so gongur leiðin annars um Hovsegg til Hov, til Porkeri, til Vágs og so gjøgnum bergholið til Sumba. Her verður vent, og síðan verður súkklað á mál í Vági. Málið er við Effostøðina í Vági. 

Finalan og 5. etapa gongur úr Tjørnuvík, suður gjøgnum Sundalagið, gjøgnum tunnilin til Havnar. Komnir til Havnar verða finaluumfør koyrd í Havn. 

Málið er við Leif Mohr, og fyriskipararnir vóna sjálvandi, at veðrið verður tilvildar og at fólk leita sær niðan á Hoyvíksvegin at heppa, stuðla og fáa sær okkurt gott sum Leif Mohr fer at bjóða luttakarum og áskoðarum. 

Kring Føroyar sá dagsins ljós í 1996. Føroyskir súkklarar høvdu vunnið fleiri heiðursmerkir á Oyggjaleikum í Gibraltar árið fyri, so nú mátti okkurt spennandi henda. Hetta var ein roynd at skipa fyri einari etapukapping í Føroyum, og í 1997 bleiv tað til eina veruliga kapping yvir fimm dagar, frá mikudag til sunnudag. Hetta verður so 27. ferð at skipað verður fyri Kring Føoyar súkklukappingini. 

Aftur í ár er tað Leif Mohr sum er høvuðsstuðul til kappingina. Effo er somuleiðis sponsorur. 

Skráin fyri Leif Mohr Kring Føroyar sæst á leinkjuni niðanfyri:

LM Kring Føroyar 2023 - Tórshavnar Súkklufelag (tsf.fo)