«2021»Í dag«Aug»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Le Grand Finale

FM í Einkultstarti verður fríggjakøldið 18. juni. Funnið verður tá fram til hvør er sterkasti súkklari í Føroyum. 

Yvirskriftin er kanska pompøs, men kappingin fríggjakvøldið er samstundis finalan í GIANT Várkappingini 2021, ið er ein kapping sum er samansett av fimm Einkultstartskappingum. Fimta og seinasta umfarð verður koyrt fríggjakvøldið. 

Spenningur er sjálvandi um hvør verður FM vinnari, men eisini hvør fer við samlaða sigrinum í GVK2021. Tað kann verða tann sami, men tað nýtist tað ikki. 

Helgi W. Olsen og Dávur Magnussen eru okkara sterkastu súkklarar her heima, og gitt verður, at tað verður annar av teimum, ið stendur ovast á sigurspallinum eftir kappingina fríggjakvøldið.

Ikki tí, Jákup Petur Eliasen er eisini eitt gott boð. Hóast drúgvar og nógvar fyrireikingar til enn eitt "Everesting", sum hevur troyttað vøddarnar nógv, so hevur Jákup Petur klárað seg væl, og kann við einum sigri fríggjakvøldið fáa bæði í posa og sekk. 

Tað kann Dávur eisini. Vinnur hann FM í Einkultstarti, so vinnur hann eisini GIANT Várkappingina samanlagt.

Helgi W. Olsen hevur luttikið í tveimum kappingum, og fekk tá fult stigatal. Hann vann báðar. Tað var tætt, men ikki so tætt, at Dávur aftur og aftur kundi ergra seg um sítt frálíka avrik. Ein góður hálvur minuttur var millum Helga og Dávur í teimum báðum kappingunum, har teir hava bjóðað sær sjálvum og hvør øðrum av.


Spennandi teinur og spenningur

Men nú verður teinurin ein heilt annar. Ein teinur, ið ongantíð áður er royndur í einari Einkultstartskapping. Ein sera vælegnaður og spennandi teinur, og er hann als ikki líkur teinunum, ið higartil eru koyrdir. 

Tølini siga at Helgi er sterkastur, at hann er favorittur, men Dávur er nú liðugur við eksamiur og annað, og hevur tí fingið vant meira seinastu tíðina. 

Orsøkin til at onkur tippar Jákup Petur sum sigursharra er, at hann, i mun til Helga og Dávur, koyrur á einari TT súkklu. Á júst hesum teini er tað absolut ein fordeilur. Ikki tí, tað vil altíð verða maðurin, ella kvinnan, á súkkluni, ið ger munin. 

Spennandi verður. Skal ein kappast um samlaða sigurin er kravið, at súkklarin skal hava luttið í fýra av teimum fimm kappingunum í GIANT Várkappingini. Av tí at Helgi bert hevur luttikið í tveimum kappingum higartil, hevur hann ikki møguleika at vinna samanlagt. Men tað hava Dávur, Jákup Petur, og eisini Flóvin Ejdesgaard. 

Vinnarin fær sjey stig og nummar tvey fær fimm stig. Undan seinasta umfari hevur Dávur 17 stig og Jákup Petur 16 stig. Sera tætt.

Við einum sigri kunnu bæði Dávur og Jákup Petur fáa í bæði posa og sekk. Aðrir møguleikar eru eisini. Vinnur Helgi, og Jákup Petur verður næstur og Dávur nummar trý, so stendur á jøvnum í stigum millum Dávur og Jákup Petur. Livst so spyrst.


Nýtt felag

Tað er nýggja súkklu- og triathlonfelagið í Eysturoynni, ið er vertur fyri kappingini. Formaður, ella forkvinna, er Rigmor Rasmussen. Eins og Jákup Petur og Dávur, kann Rigmor gerast tvifaldur vinnari. Vinnur hon kappingina, verður hon FM vinnari í Einkultstarti. Tað er longu nú greitt, at hon vinnur GIANT Várkappingina samanlagt. 

Talið á kvinnum hevur ikki verið so høgt sum væntað í ár, men nýggj feløg eru stovnað í ár, og tað boðar frá góðum. 

Eisini Elsa Berg og Maria S. Hansen hava funnið súkklurnar fram aftur, og vónandi hava tær boðað frá luttøku til Einkultstartin fríggjakvøldið. Livst so spyrst.

Teinurin fríggjakvøldið verður frá Strondum til Skálabotn og aftur til Strendur. Teinurin er 27 km langur.

Startur og mál verður við Stranda Máling, og byrjar kappingin klokkan 18 fríggjakvøldið. Allir súkklarar skulu møta klokkan 17.   


Samlaða úrslitið av GIANT Várkappingini 2021 sæst her:

Úrslit - sst.fo