«2021»Í dag«Aug»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Kapping og motiónstúrur

Komandi leygardag verður kappast í Einkultstarti. Kappingin leygardagin er 3. umfar av GIANT Várkappingini 2021. Fimm umfør eru í hesari kapping, og tað verður bara kappast í Einkultstari í hesari Cup kapping.

Helgi W. Olsen liggur á odda í kappingini. Hann hevur vunnið báðar kappingar, og hevur tí vunnið sær 14 stig. Dávur Magnussen liggur á øðrum plássi við 10 stigum, og fJan Hjaltalin Olsen, Jákup Petur Eliasen og Gunnar Dahl-Olsen liggja á einum deildum triðja plássi.

Fimta og seinasta umfar av GIANT Várkappingini verður koyrt 18. juni, og hendan kapping er samstundis FM í Einkultstarti.


Einkultstartskapping

Komandi leygardag verður aftur kappast. Hesuferð í Einkultstarti, og leygardagin gongur leiðin til Sands.
Kappingin byrjar klokkan 15, og fyri at koma suður í góðari tíð, so fara vit kl. 13.15 við Teistanum av Gomlurætt.
Teistin siglur av Skopun klokkan 18.35, og tí hava vit eisini góða tíð eftir kappingina.
Startur og mál er við Effostøðina heima á Sandi
Teinur: Sandur – Skálavík – Sandur – Meginskúlin – Sandur
Longd: 24 km
GG! Kappast verður á vanligari kappsúkklu.

Motiónstúrur
Dýrabiðidag, tvs. fríggjadagin 30. apríl, verður skipað fyri einum motiónstúri.
ØLL eru vælkomin við, og ein hevur møguleika at velja millum tveir túrar.
Túrur A:
Effostøðin í Kollafjarðadali - MAGN við Streymin - Effostøðin í Kollafjarðadali.
Túrur B:
Effostøðin í Kollafjarðadali - MAGN við Streymin - Norðskálatunnilin - Effostøðin í Skalabotni - Selatrað - Effostøðin í Runavík - Runt Agnið - Norðskalatunnilin - Magnstøðin við Streymin - Effostøðin í Kollafjarðadali.

Byrjað verður kl. 10.