«2024»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29      
M T M H F L S

Jákup Petur kom, sá og sigraði

Í dag bleiv aftur kappast í súkkling, í vegsúkkling. Og hesa ferð bleiv kappast í Einkultstarti, ella tíðarkoyring, sum hetta slagið av vegsúkkling eisini kallast. 

Hetta var 3. umfar av GIANT TT kappingini 2023. Tað eru fimm umfør í hesari kapping, og tað verður bara kappast í Einkultstarti - fimm Einkultstartskappingar. 

Oyggjarleikir er av á hesum sinni, og helst eru føroyskir súkklarar troyttir eftir tríggjar kappingar í somu viku. Men ikki Jákup Petur, sum í morgun aftur var til dystin fúsur. 

Hann kom, sá og sigraði. Sigurin var tryggur hjá Jákup Petur, og hann vann við góðum trimum minuttum á nummar tvey, sum í dag gjørdist Pauli Poulsen. 

Vegna ein renniskaða hevur Pauli nú "kastað" ein stóran part av sínari orku til súkklingina. Tað ber ikki so væl til at renna, men súkkla kann hann, og tað eru vit innan føroyska súkkling sera glað fyri. Jákup Petur vann sum áður nevnt ein tryggan sigur, men annað plássið hjá Paula var eisini trygt, og tað gekk hálvurannar minuttur til triði maður kom um mállinjuna, sum í dag var Gunnar Dahl-Olsen. 

Meðan Pauli brúkti 49 minuttir og 56 sekund um teir 30 kilometrarnar, so brúkti Gunnar 51 minuttir og 35 sekund um teinin. 

Hóast eitt sindur av vindi, so var meðalferðin hjá vinnarinum góð. Meðalferðin hjá Jákup Petur var beint yvir 38 km/t. 

Vegna nógva vindin broyttu fyriskipararnir teinin soleiðis, at ístaðinfyri at koyra Tórshavn, Kaldbak, Tórshavn, so bleiv koyrt millum rundkoyringarnar við Føroya Tele, við R. C. Effersøesgøtu og við Skansan. Teinurin er góðar 10 km, og teinurin bleiv tí koyrdur tríggjar ferð.

Næsta kapping verður á Ólavsøku, ella 27. juli. Tá verður kappast í Býarsúkkling. 

Úrslit frá GIANT TT 3:

Kvinnur, 24 km:

1. Anida Johannsen, 56:06


Menn, 30 km:

1. Jákup Petur Eliassen, 46 minuttir og 53 sekund

2. Pauli Poulsen, 49:56

3. Gunnar Dahl-Olsen, 51:35

4. Eirikur Joensen, 53:33

5: Jóhan M. Jacobsen, 54:51

6. Flóvin Ejdesgaard, 58:45