
Jákup Petur gjørdist samlaður vinnari av GIANT TT kappingini 2023
Í dag bleiv kappast í seinasta umfarinum av GIANT TT kappingini 2023.
GIANT TT kappingin er samansett av fimm kappingum, og kappingin í dag var sostatt fimta og seinasta umfarið.
Eitt sindur av vindi, men veðrið var gott, tá súkklarar í dag klokkan 15 løgdu til brots.
Verður hugsað um veðrið leygardagin, so kundi veðrið næstan ikki verið betur. Tað kundi uppmøtingin hinvegin. Av tí at tað ikki vóru so nógvir súkklarar við avgjørdi dómarin, at tað í dag skuldi verða 2 minuttir millum hvønn startin, millum hvønn súkklara.
Startur og mál var á Strondum. Byrjað var við Strandamáling og so gekk leiðin til Skálabotn, har vent bleiv við Effostøðina. Nú skuldu súkklararnir koyra sama vegin heim aftur, og er hesin teinur 27 km til longdar.
Tá kappast verður í Einkultstarti, so er tað súkklarin og klokkan. Og veðrið. Vindurin hevur altíð nógv at siga. Ein koyrur ávísa teinin so skjótt sum tilber. Er teinurin langur, so er umráðandi ikki at leggja ov hart úr, og kanska at goyma eitt sindur av kreftum til seinnu helvt av teininum. Men hevur ein ætlanir um at vinna, so er umráðandi fyrireika seg væl, at raka dagin, og at koyra alt tað ein er mentur frá byrjan til endan.
Jákup Petur Eliassen var favorittur at vinna kappingina í dag. Tá allir súkklarar vóru komnir á mál, og dómarin hevði talt saman og trekt frá, so kundi Jákup Petur gleðast um enn ein sigur í hesum kappingarárinum.
GIANT TT kappingin er samansett av fimm Einkultstartum, og sigurin í dag var fimti sigur hjá Jákup Petur í hesari kappingini. Fimm sigrar og fult stigatal, tað vil siga 35 stig.
Nummar tvey í dag gjørdist Pauli Poulsen, sum kom á mál umleið hálvanannan minutt eftir vinnaran. Pauli brúkti 42 minittur og 55 sekund.
Fyri at verða við í samlaða úrslitinum skal ein súkklari luttaka í minsta lagi trimum av teimum fimm kappingunum. Pauli hevur luttikið í trimum kappingum, og tríggjar ferð er tað hann sum hevur staðið næstovast á sigurspallinum. Fyri tær tríggjar kappingarnar Pauli hevur luttikið í, hevur hann fingið tilsamans 15 stig.
Triðjur á mál hjá monnum, var Gunnar Dahl-Olsen. Hann kom á mál góðan minutt eftir silvurvinnaran. Gunnar brúkti 43 minuttir og 53 sekund um teir 27 kilometrarnar.
Í ár hevur ein kvinna luttikið GIANT TT kappingini 2023, og er tað Anida Johannesen. Anida brúkti 58 minuttir og 55 sekund um teinin í dag, og gevur hetta eina meðalferð á 27,5 km/t.
Umframt seinasta umfarið í GIANT TT kappingini, so var kappingin í dag somuleiðis seinasta kapping í VEG súkkling í hesum kappingarárinum. Eitt kappingarár sum byrjaði 26. februrar, og sum endaði í dag, nú vit skriva 15. oktobur.
Úrslit, 27 km Einkultstart, menn:
1. Jákup Petur Eliassen, 41 minuttir 21 sekund
2. Pauli Poulsen, 42:55
3. Gunnar Dahl-Olsen, 43:53
4. Jóhan D. Jacobsen, 49:18
5. Torleif Thorleifsson, 52:37
6. Flóvin Ejdesgaard, 53:12
Úrslit, 27 km Einkultstart, kvinnur:
1. Anida Johannesen, 58:55