«2023»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Jákup Petur fyrstur niðan á Sornfelli

Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag (TST) fyri ársins fyrstu Landavegsúkklukapping. Vanligt er at súkklarar kunnu velja millum tveir teinar. Soleiðis var eisini hesu ferð. Tann styttri teinurin var góðar 55 km, og tann longri teinurin góðar 85 km.

Jákup Petur Eliassen vann, men hann fekk - aftur hesu ferð - harða kapping frá Hilmar Hansen, ið kom á mál bert sjey sekund eftir vinnaran. Tætt og spenanndi, og tá málið er á Sornfelli, so kann "alt" henda á veg niðan á toppin. Hilmar og Jákup Petur fylgdust, og tað var ikki fyrr enn umleið ein kilometur var eftir á mál, at tað eydnaðist Jákup Petur at fáa hol aftur til Hilmar. Báðir kempaðu fyri sigrinum, men Jákup Petur var drúgvari, og vann fyrstu Landavegsúkklukappingina í ár.  

Í bólki tvey gjørdist Tórarinn Didriksen vinnari. Sigurin hjá Tórarinn var tryggur, og kom hann á mál hálvan triðja minutt framman fyri nummar tvey. Eirikur Joensen gjørdist nummar tvey. 

Sum sagt, so kundu súkklarar velja millum tveir teinar. Startur var í Gundadali í Havn, og málið var uppi á Sornfelli. 

Tey sum koyrdu styttra teinin vendu í Hósvík, meðan teir súkklarar, ið koyrdu longra teinin, skuldu venda í Saksun. 

Leiðin gekk annars úr Havn, til Kaldbaksbotn, gjøgnum tunnilin til Kollafjørð. Bólkur 2 vendi í Hósvík, men bólkur 1 helt leiðina fram norður gjøgnum Sundalagið, gjøgnum Hvalvík, og so allan vegin gjøgnum vakra Saksunardal. Vent var vegin til við Svartá.

Leiðin gekk síðan aftur til Kollafjørð, til Kollafjarðadal og síðan harða og drúgva - og vakra - teinin niðan á Sornfelli.

Tað var tíðliga í kappingini, at Jákup Petur legði kreftir í, og setti ferð á niðan móti Kaldbakstunnlinum. Hilmar megnaði at fyglja við, men Casper Rosen og Gunnar Dahl-Olsen megnaðu ikki at halda tørn. Meðan Jákup Petur og Hilmar fylgdust so gott sum allan teinin, og bleiv tað ein solo-túrur hjá bæði Casper og Gunnar. Casper var drúgvur, og tá vent var í Saksun, so var Casper ikki langt aftanfyri Hilmar og Jákup Petur. Mótvindur, tveir sterkir súkklar sum arbeiða saman og so ein íðin Casper. Tað kostaði, og Casper møddist, men hóast tað, so megnaði Casper at koma á mál bert 14 minuttir eftir vinnaran.

Um ein mánað byrjar stóra súkklukappingin LM Kring Føroyar 2023. Kappingin er aftur í ár samansett av fimm teinum, og verður í døgunum frá mikudegnum 17. mai til sunnudagin 21. mai. 

Kappast verður á Eysturoynni, á Borðoynni, á Sandoynni, á Suðuroy og eisini á Streymoynni. Fimti og seinasti teinurin verður á Streymoynni. Tá byrja súkklarar í Tjørnuvík og enda í Havn. Málið finaludagin verður við Leif Mohr, eftirsum Leif Mohr aftur í ár er høvuðssponsorur til kappingina.

Ongin ivi er í at Jákup Petur og Hilmar verða týttir upp á sigurspallin, men vegna krím var Helgi W. Olsen ikki við til kappingina í gjár. Helgi er fyrst og framst fjallasúkklari, men hann hevur eisini kappast í VEG súkkling. Hann hevur vunnið LM Kring Føroyar og hann hevur verið á føroyska súkklulandsliðnum. Ongin ivi er í at Helgi eisini verður týttur upp á sigurspallin ... um hann verður við til LM Kring Føroyar 2023. Tað vóna fyrireikararnir sjálvandi. 


Úrslit, 55 km Landavegsúkkling:

1. Tórarinn Didriksen, 2.02.32

2. Eirikur Joensen, 2.05.05

3. Flóvin Ejdesgaard, 2.07.31

4. Torleif Thorleifsson, 2.09.23

5. Jóhan M. Jacobsen, 2.10.26


Úrslit, 85 km Landavegsúkkling:

1. Jákup Petur Eliasen, 2.52.17

2. Hilmar Hansen, 2.52.25

3. Casper Rosen, 3.06.20

4. Gunnar Dahl-Olsen, 3.27.15

5. Henry Berg, 3.37.37