Gunnar vann fyrstu Cup kappingina
Leygardagin 10. apríl skipaði Tórshavnar Súkklu Felag fyri fyrsta parti av vár-cupkappingini 2010. Kappingin var ein fjallasúkklukapping, og bleiv súkklað á rossagøtunum, frá ríðingabreytini í Markangili til fjósini í Havnadali og heimaftur. Teinurin bleiv súkklaður 5 ferðir, tilsamans 27 km.
Allir 7 súkklararnir fylgdust á fyrsta umfari, men so kom ferð á, og skjótt sóðust súkklararnir sum perlur á snóri um allan teinin. Fremstir vóru Gunnar Dahl Olsen og Torkil Veyhe. Teir fylgdust til seinasta umfar, tá Gunnar vann seg 9 sek. framum. Á 5 umumfari økti Gunnar, og kom á mál sum tryggur vinnari, ein góðan minutt framman fyri Torkil. Nakað aftan fyri teir kom so Andrass Joensen.
Hesir tríggir fremstu vóru í bólki fyri seg, og heilir 8 min. vóru aftur til Sverra Mohr Edvinsson á fjóraplássi.
Annar partur í Cup-kappingini verður kring Fjallavatn 1. mai
Nr & Navn 1. umfar 2. umfar 3. umfar 4. umfar 5. umfar 1. Gunnar Dahl Olsen 20.35 36.36 52.48 1.08.52 1.24.32 2. Torkil Weyhe 20.35 36.36 52.48 1.08.59 1.25.45 3. Andrass Joensen 20.35 36.36 53.20 1.09.55 1.26.40 4.Sverri Mohr Edvinsson 20.35 38.45 57.00 1.15.50 1.34.51 5. Kári Simonsen 20.35 38.55 57.59 1.18.18 1.38.13 6. Kjartan Egholm 20.35 40.28 1.00.18 1.19.55 1.40.52 7. Evald Rasmussen 21.05 43.45 1.07.25 1.30.40 1.56.31 8. Henry Berg 22.15 46.55 1.12.45 1.38.13 2.04.04 Nr & Navn 1. umfar 2. umfar 3. umfar 4. umfar 5. umfar 1. Gunnar Dahl Olsen 20.35 16.01 16.12 16.04 15.40 2. Torkil Weyhe 20.35 16.01 16.12 16.11 16.46 3. Andrass Joensen 20.35 16.01 16.44 16.35 16.45 4. Sverri Mohr Edvinsson 20.35 18.10 18.15 18.50 19.01 5. Kári Simonsen 20.35 18.20 19.04 20.19 19.55 6. Kjartan Egholm 20.35 19.53 19.50 19.37 20.57 7. Evald Rasmussen 21.05 22.40 23.40 23.15 25.51 8. Henry Berg 22.15 24.40 25.50 25.28 25.51





