«2022»Í dag«Okt»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Gott veður og góð uppmøting til barnasúkklingina

Vakra økið í Hoydølum var karmur um Ólavsøku barnasúkklingina, og koyrt varð á lendisgøtunum millum vøkru grótbrúnna um Hoyvíksánna og Boðanes.

Teinurin er góðar seks hundrað metur. Øll børnini koyrdu trý umfør, men stóru bólkarnir koyrdu fyrst innleiðandi, og síðan varð eitt finalu umfar koyrt.

Stóru bólkarnir vóru bólkur 1 og 2 hjá dreingjum. Hesir koyrdu fyrst trý innleiðandi umfør, og síðan skuldu tveir teir skjótastu súkklararnir koyra tvey finaluumfør.

Spennandi var at siggja øll børnini leggja til brots, og serliga var tað bólkur 2, ið var spennandi at fylgja, tí her var tætt millum súkklararnar. Teir løgdu nógv fyri, og har teir kundu yvirhála, bleiv yvirhálað.

Teir yngru dreingirnir vóru eisini ágrýtnir, og onkur so ágrýtin, at súkklan skreiddi undan í leysa grúsinum í lendisgøtunum, og súkklarin datt. Hesin bleiv hjálptur á aftur súkkluna av áskoðarum, og fór so aftur at kappast. Tað eydnaðist hesum at gjøgnumføra, og síðan vinna sær pláss í finaluni.

Tórshavnar Súkklufelag fer at skipa fyri fleiri barnasúkklukappingum, og næsta kapping verður sunnudagin 28. august. Tá tíðin nærkast kunnar felagið hvar og hvat klokkan kappast verður.

 

Úrslit, gentur bólkur 1, beinleiðis finala:

1. Brynhild Heinadóttir, 7 minuttir og 55 sekund

 

Úrslit, dreingir bólkur 1, innleiðandi kapping, riðil 1:

1. Edvard Hansen, 7 minuttir og 46 sekund

2. Poul Johannes Rein, 9.52

3. Marius Rein, DNF

4. Absalon F. Ellingsgaard, DNS

 

Úrslit, dreingir bólkur 1, innleiðandi kapping, riðil 2:

1. Jóanis Heinason, 7 minuttir og 33 sekund

2. Theo Slættanes, 10.08

3. Adrian Arge, 11.05

4. Jónas Peturson, DNS

 

Úrslit, finala, dreingir bólkur 1:

1.     Jóanis Heinason, 4 minuttir og 30 sekund

2.     Edvard Hansen, 4.50

3.     Theo Slættanes, 6.42

 

Úrslit, gentur bólkur 2, beinleiðis finala:

1.     Ró Ranadóttir Dahl-Olsen, 7 minuttir og 44 sekund

2.     Nora Katrinardóttur, 11.00

 

Úrslit, dreingir bólkur 2, innleiðandi kapping, riðil 1:

1. Mikkjal Rosen, 5 minuttir og 41 sekund

2. Sámuel Rasmussen, 6.33

3. Markus Eliassen, 7.22

4. Alexandur Róason, DNS

 

Úrslit, dreingir bólkur 2, innleiðandi kapping, riðil 2:

1. Jónatan Gregersen, 6 minuttir og 7 sekund

2. Dánjal Petursson, 6.25

3. Dávur Luis, 6.52

4. Jónatan Eysturoy, 6.56

 

Úrslit, dreingir bólkur 2, finala:

1.     Mikkjal Rosen, 3 minuttir og 42 sekund

2.     Sámuel Rasmussen, 3.51

3.     Jónatan Gregersen, 3.52

4.     Dánjal Petursson, 4.00

 

Úrslit, gentur bólkur 3, beinleiðis finala:

1.     Andrea Heinadóttir, 5 minuttir og 45 sekund

2.     Birgit Eiriksdóttir, DNS

 

Úrslit, dreingir bólkur 3, beinleiðis finala:

1.     Bárður Thorsteinsson, 6 minuttir og 3 sekund