«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

GIANT TT kappingin 2023, samlaða úrslitið

GIANT TT kappingin er samansett av fimm kappingum.

Vanligt er, at ein minuttur er millum hvønn súkklara, ella hvønn startin. Men dómarin kann gera av, um tað er td. ein hálvur minuttur millum hvønn startin, ella tveir minuttir. Eisini ber til at hava ein minutt millum hvønn startin, og síðan, um td. fimm sterkir súkklarar eru við, at hava 3 minuttir millum hesar.

Tá kappast verður í Einkultstarti, so er tað súkklarin og klokkan. Og veðrið. Vindurin hevur nógv at siga. Ein koyrur ávísa teinin so skjótt sum tilber. Einfalt. Men er teinurin langur, so er umráðandi ikki at leggja ov hart út, og kanska at goyma eitt sindur av kreftum til seinnu helvt av teininum. Men hevur ein ætlanir um at vinna, so er umráðandi at fyrireika seg væl bæði - fysiskt og mentalt -, at raka dagin, og at koyra alt tað ein er mentur frá byrjan til endan. 

GIANT TT kappingin er sum áður sagt samansett av fimm kappingum. Vinnarin fær sjey stig, nummar tvey fær fimm stig, nummar trý fær fýra, og so framvegis. Nummar seks fær eitt stig, og tað fáa øll sum luttaka - og gjøgnumføra.

Í ár valdu fyriskipararnir at trýggjar av teimum fimm kappingunum taldu við í samlaða úrslitinum. Eisini at man í tí einu kappingini skuldi koyra á vanligari kappsúkklu. Tað vil siga ikki á einari TT súkklu. Eiheldur við einum sokallaðum TRI boyla. Hetta á teinum, har fjøll skulu koyrast. Eitt nú tá málið er á Sornfelli ella við Mýrarnar í Vestmanna.

GIANT TT kappingin 2023^LJ samlaða úrslitið eftir 5. umfa