«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

GIANT TT kappingin 2023, samlaða støðan

Leygardagin verður seinasta umfarið av GIANT TT kappingini 2023 skipað. GIANT TT kappingin er samansett av fimm kappingum, og kappingin leygardagin er sostatt fimta umfar.

Flestu kappingarnar hava verið á Streymoynni. Teinurin í Kaldbaksbotni hevur verið brúktur fleiri ferð, eisini hini árini kappingin er fyriskipað. Tvær ferðir í ár. 

Hesin teinur er 24 km langur, og koyrt verður tríggjar ferð millum Kaldbaksbotn og Kaldbak. 

Tvær ferð í ár hava súkklarar koyrt hendan teinin. Báðu ferð var Jákup Petur Eliassen fremstur. Fyrru ferð brúkti hann góðar 36 minuttir um teir 24 kilometrarnar. Seinnu ferð var tíðin næstan hin sama. Fyrru ferð var tíðin 36 minuttir og 3 sekund, og seinnu ferð koyrdi hann teinin 2 sekund skjótari. Tá var tíðin 36 minuttir og tvey sekund. 

Ein minniligur túrur var úr Kollafjarðadali til Vestmanna, og so allan tann drúgva vegin niðan á Mýrarnar. Minniligur, tí seinasta strekkið var sera har, veðrið var sera gott, og tí tað er so flott at súkkla hendan vakra teinin úr Vestmanna niðan á Mýrarnar. Minniligur á aðrar mátar eisini. Minniligur fyri Boga Gregersen, sum hendan dagin tryggjaði sær silvur, frammanfyri sterka triathletin og súkklaran, Andrass Joensen. Ikki var munurin stórur. Bert átta sekund var millum nummar Boga og Andrass.    

Hjá monnum liggur Jákup Petur Eliassen framstur samanlagt. Fýra kappingar og fýra sigrar. Tað gevur fult stigatal, tvs. 28 stig.

Í ár hevur ein kvinna luttikið, og er tað Anida Johannesen. Higartil hevur hon luttikið í trimum kappingum. Og tá ein súkklari skal hava luttikið í trimum av teimum fimm kappingunum, so hevur Anida longu nú vunnið samanlagt. 

Fyriskipararnir vóna sjálvandi at Anida - og aðrar kvinnur - luttaka leygardagin, tá samlaði vinnarin hjá kvinnum og monnum verður heiðraður. 

Leygardagin verður kappast í Eysturoynni, og tá verður kappast á "nýggja" FM teininum, tvs. av Strondum, til Skálabotn, og síðan aftur til Strendur. 

Allir luttakarar skulu møta í seinasta lagi kl 14.30. Kappingin leygardagin byrjar kl 15, og eftir kappingina, uml. kl 16, verða vinnararnir heiðraðir. Tað verður í Stranda Skúla, har kaffi oa. eisini verður. 

GIANT TT kappingin 2023^J samlaða úrslitið eftir 4. umfar