
GIANT TT kappingin 2022 - Jákup Petur vann samanlagt
Enn eina sannførandi sigur til Jákup Petur Eliassen, sum í
seinastu TT kappingini í GIANT TT kappingini 2022, tryggjaði sær heili sjey
stig, og 35 stig samanlagt, fyri fimm sigrar - av fimm.
Eitt gott kappingarár. Higartil. Kappingarárið er ikki liðugt
enn. Ikki fyri Jákup Petur, og heldur ikki fyri hinar súkklararnar.
Jákup Petur skal í komandi viku av landinum at kappast. Føroyska
Triathlon landsliðið skal til Malta at kappast. Á Malta verður kappast í
Duathlon, Aquathlon og Triathlon.
Hálvan oktobur verður so seinasta kappingin í ár. Tá verður
kappast í Landavegsúkkling, og fyriskiparar hava ”doypt” hesa kapping Tour de
Eysturoy. Ein sera áhugaverdur teinur, har súkklað verður gjøgnum bygdirnar
Runavík, Skálabotn, Gøta, Leirvík, Kambsdal, Fuglafjørð, Toftir, Æðuvík,
Rituvík og so á mál í Runavík. Ein teinur á góðar 70 kilometrar, við ikki færri
enn 1300 hæddarmetrum.
Kappingin ígjár gekk frá Runavík til Skálabotn og so aftur á mál
í Runavík. Veðrið var gott og uppmøtingin var somuleiðis góð.
Jákup Petur var undan kappingini favorittur at vinna dagsins
tein, ið gekk frá Effostøðini í Runavík til Effostøðina í Skálabotni, har vent
varð. Leiðin gekk so aftur til Runavíkar, har málið var.
Favorittur, men Hilmar Hansen er tann súkklari, ið hevur givið
Jákup Petur harðast kapping í ár. Hilmar var ikki við, tá kappast bleiv í
Einkultstarti fyri tveimum vikum síðan, og tað er tí tíð síðan hesir
kappingarneytar hava bjóðað hvørjum øðrum av.
Hilmar bleiv nummar tvey, men sigurin hjá Jákup Petur var
tryggur. Jákup Petur vann við smáum tveimum minuttum. Meðan Hilmar brúkti 40
minuttir og 26 sekund um teir 24 kilometrarnar, so brúkti Jákup Petur einans 38
minuttir og 45 sekund. Hetta gevur eina meðalferð hjá vinnarinum á góðar 36,5 km/t.
Fjøllini verða nú gingin. Fyri tveimum vikum síðan gjørdist Jens
Mortan Rasmussen nummar trý. Hesa ferð mátti hann taka til takkar við einum
sætta plássi, og ásanna, at tað ikki er bara bara at ganga fjøllini og reka
seyð, og eisini ásanna, at hesu ferð vóru bæði Casper Rosen og Uni Heðinsson
frammanfyri, á ávikavist 4. og 5. plássi.
Hetta var sum áður nevnt fimta av fimm Einkultstartskappingum í
kappingini, ið kallast GIANT TT kappingin 2022. Kappingararið er farið at
halla, og nú er bert ein kapping eftir. Ein sokallað Landavegkapping, ella
felagsstartur, sum tað eisini verður kallað. Tann kappingin verður leygardagin
15. oktobur klokkan 15.
Úrslit og samlaða úrslitið sæst í viðheftu fílu.
GIANT TT kappingin 2022, samlaða úrslitið eftir seinastu