«2023»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

FM 30 km kappsúkkling í Vágunum

Fleiri av okkara súkklarum hava víst seg at standa seg væl í hesi grein. Tá Statoil Kring Føroyar súkklukappingin er, eru altíð einir tveir føroyskir súkklarar millum 5 teir fremstu. Vit kunnu nevna fyrrverandi kappsúkklaran Rógva Johansen, hann var ein serfrøðingur í hesi grein, hansara met eru ikki sligin enn. 

Sagt verður at einkultstartur er tann elsta súkklugreinin og kann sigast at verða sera einkul. Tú velur ein tein at súkkla, so royna súkklararnir seg ein og ein, tann sum hevur stytstu tíðina um teinin, hevur vunnið. “Sannleikans tími” siga danir, tí henda súkklugrein vísir hvør verðuliga er tann sterkasti súkklarin. 

Samstundis sum ítróttargreinin er primitiv, so er hon eisini torfør. Súkklarin skal fáa hægstu ferð á súkkluna beinanvegin og halda ferðini í t.d. tíma. Bein, hjarta og lungir arbeiða nærum á max., hetta er tað flestu súkklarar hava ilt við at konsentrera seg um, og tískil missa tíð í mun til teir sum eru dugnaligir til hesa súkklugrein.  

Størsti mótstandarin er ofta veður og vindur, tí eru súkklur, hjul, róður, hjálmur og klæðir øðrvísi og taka minni vind á seg, enn vanligar kappsúkklur, hjól o.s.fr. Her síggja vit plátuhjól, dropahjálmar, tættsitandi klæðir osv. 

Tað er einki at ivast í, at okkara fremsti súkklari í løtuni er Torkil Veyhe, honum á bakið kemur lærumeistari hansara, súkklulegendan Gunnar Dahl-Olsen. Verður triathleturin Guðmundur Joensen við, so kann hann blanda seg upp í sum møguligur vinnari.. 

Kappingin verður fyri unglingar og vaksin. Byrjan og mál eru á landsvegnum útfyri FK-handilin í Miðvági. Súkkla verður niðan í brekkuna móti flogvøllinum og aftur til málið. Hesin teinur verður súkklaður tríggjar ferðir, í alt 30 km. 

Tað er Tórshavnar Súkklufelag sum skipar fyri kappingini. Kappingin er Sunnudagin  hin 30.05.2010 klokkan 14:00. Tilmelding er á staðnum, ein tíma undan kappingini. 

Tórshavnar Súkklufelag

www.tsf.fo