«2023»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Felagsvenjing - súkkling fyri øll

Tórshavnar Súkklufelag fer í næstum at skipa fyri felagssúkling fyri øll. Øll eru vælkomin, ung sum eldri, roynd sum óroynd.

Súkklað verður í Kaldbaksbotni hvørt hóskvøld kl. 19, og vit møtast við bátahylin í Kaldbaksbotni.

Um tað viðrar er ætlanin, at fyrsta venjing verður í annaðkvøld, tvs. hósdagin 21. apríl.

Endamálið við hesari venjing er, at súkkla saman í einum tryggum og sløttum umhvørvi. Hetta er møguleikin hjá nýbyrjarum at koyra sínar fyrstu 20 kilometrar undir kønari vegleiðing, og fyri onnur er hetta møguleikin at fáa gongd á aftur súkklingina, ella at koyra ein lættan venjingartúr.

Eru vit nógv, gera vit fleiri smáar bólkar, og venjingin verður skipað soleiðis, at ongin verður ”sleptur upp á fjall”. Vit hava altíð ein at fylgjast við, og tað ber til hjá øllum at møta, børn, ung, vaksin, kappsúklur, fjallasúkklur og enntá rustaðar súkklur.

Vit koyra í ein tíma og til ber at súkkla millum 5 og 25 kilometrar. Tað einasta kravið er at ein súkklar í hjálmi og sjálvur syrgir fyri, at frakta súkkluna inn til bátahylin í Kaldbaksbotni.

Tað verða minst tveir samskiparar við hvørja venjing.

Boð um hesa venjing verða løgd á okkara FB bólk, Súkkling í Føroyum.