«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Enn ein sannførandi sigur ...

... til Dávur Magnussen. 

Í dag skipaði TSF fyri ársins seinastu kapping. Dávur vann í dag, og Dávur vann samanlagt kappingina, ið kallast GIANT Várkappingin 2020. 

Júst hendan kappingin er samansett av fimm Einkultstartskappingum. Av fimm Einkultstartskappingum vann hann fýra. Sannførandi.

Kappingarárið er nú at enda komið, og tilsamans hevur felagið skipað fyri 15 súkklukappingum.

Fyrsta kapping var 29. februar, tá fyrsta av fimm umførum av GIANT Várkappingini 2020 bleiv koyrt. Kappingarárið endaði í dag, tá fimta umfar av GIANT Várkappingini 2020 bleiv koyrt.

Í dag bleiv byrjað við Skúlan á Argjahamri. Leiðin gekk oman av Hamarinum. Eftir brúnni, niðan eftir Velbastaðvegnum, til Kirkjubø, har vent var við Kirkjubømúrin. Leiðin gekk síðan móti Velbastað, eftir Evravegi í Velbastað, og síðan móti Syðradali. Málið var við rulluportrið, áðrenn koyrt verður oman í Syðradal.

Ein minuttur var millum hvønn luttakara. Sannførandi sigur, tí Dávur byrjaði síðst og kom fyrstur um málstrikuna. 

Nógv gull til Dávur, men í ársins fyrstu kapping, bleiv tað "bara" til silvur hjá Dávur. Tá stóð Jákup Petur Eliasen ovast á sigurspallinum. Vegna skaða luttók Jákup Petur ikki í dag, men samanlagt gjørdist hann nummar tvey. 

Vinnarin fær 7 stig. Nummar tvey fær 5 stig, og nummar trý fær 4 stig. Meðan Dávur vann sær 31 stig fyri fýra sigrar og eitt 2. pláss, so vann Jákup Petur sær samanlagt 22 stig. Jákup Petur vann sum sagt ársins fyrstu kapping og so bleiv tað annars til trý silvur. 

Í hølunum á Jákup Petur, kom Gunnar Dahl-Olsen, sum samanlagt vann sær 21 stig.

Úrslit, 5. umfar av GIANT Várkappingini 2020, 21 km TT:

1. Dávur Magnussen, 37 minuttir og 31 sekund

2. Gunnar Dahl-Olsen, 40:53

3. Peter Jensen, 41:48

4. Casper Rosen, 47:48

5. Flóvin Ejdesgaard, 51:08

6. Eyðun Jacobsen, 53:18

GIANT várkappingin 2020, samlaða úrslitið, eftir 5. umfa