
Barnsúkkling leygdardagin 1. Okt 2011 – Kl. 12.00
Barnsúkkling leygdardagin 1. Okt 2011 – Kl. 16.00
Leygardagin 1. oktober 2011 skipar Tórshavnar Súkklufelag
fyri MTB kapping fyri vaksin og unglingar. Eftir kappingin hjá vaksnu
súkklarunum er ætlanin at skipa fyri kapping fyri børn og ung.
Kappingin fyri børn og
ung byrjar kl 12.00. Og tilmelding er frá kl 11.00 á P-økinum við
Plantusøluna.
Luttøkugjaldið er 20 kr og skal gjaldast við tilmelding.
Bólkarnir kappast verður í eru hesir:
Bólkur 1: yngri enn 8 ár (árg 2003 og aftaná) 12 min
Bólkur 2: 9 til 11 ár (árg 2000-2002) 16 min
Bólkur 3: 12-14 ár (árg 1997-1999) 20 min
Tíðarætlan:
Kl. 11.00 Tilmelding á P-økinum við Skógrøkt Landsins á
Hvítanesvegnum.
Kl. 11.40 Súkkla rutuna saman við einum royndum súkklara.
Kl. 11.55 Síðsta freist at skriva navn á íspinn og leggja í
kassa til lutakast
Kl. 12.00 Bólkur 1
Kl. 12.20 Bólkur 2
Kl. 12.40 Bólkur 3
Kl. 13.10 Íspinna lutakast
Kl. 13.15 Vinnararnir heiðraðir
Nb. Um fáir luttakarar eru eru í einum bólki er møguligt at
hesin súkklar samstundis sum eina av hinum.
Fyrireikararnir vóna at undirtøkan til kappingina verður
góð.
Tað er brúk fyri hjálp til kappingina, og um tú hevur
møguleika at hjálpa til vinarliga set teg í samband Eli J. Christiansen.
Vegna TSF
Eli J. Christiansen
Email: elichrist@gmail.com
Fart: +298 215566



