
Barnasúkkling - spenningur í Hoydølum
Hoydalar var karmur um súkklukappingina hjá børnum í góðveðrinum í dag. Veðrið var av tí fagrasta tá børn í aldrinum frá 7 til 12 ár bjóðaðu hvør øðrum av.Startur og mál var við fimleikahøllina, og so gekk leiðin annars framvið gomlu kostdeildini, og út á Sanatoriuvegin. Nú skuldu ungu súkklararnir av vegnum, út á stóra bøin, og síðan eftir einari gøtu yvir móti grúsgøtuni móti Boðanes. Leiðin gekk síðan aftur til fimleikahøllina.
Teinurin var 450 metur til longdar, og skuldi Bólkur 1 koyra hendan tein fýra ferð. Bólkur 2 og 3 fimm ferð.
Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag skipaði fyri barnasúkkling á Ólavsøku. Tá var bólkur 1 tann stórsti, og tað var hann aftur í dag. Níggju dreingir vóru aftur til dystin fúsir. Ivrigir vóru teir, og løgdu hart út. So hart, at fleiri súkklarar vóru í so djarvir tá farið var av Sanatoriuvegnum, og út á bøin. Forhjólið skreiddi undan, og tríggir skulu tí ein túr niður í grúsið.
Hinir hildu á, og tá tvey umfør vóru farin høvdu Tóki Veyhe, Jónas Djurhuus og Alexandur L. Olsen vunnið ssær eitt gott hol aftur til kappingarneytarnar. Tóki átti munin, og var tað tí hanns um kom fyrstur um málstrikuna.
Í bólki 3 vóru tveir luttakarar. Mikkjal Rosen og Julian Brøðraberg skuldu út á fimm umfør. Mikkjal hevur luttikið í flest øllum kappingum sum TST hevur skipað fyri seinastu árini. Eftir tvey umfør fór Mikkjal frá Julian, men Julian var treystur, og royndi alt hann kundi at halda tørn. Endin var at Mikkjal vann. Mikkjal kom á mál góðar tveir minuttir frammanfyri Julian. Meðan Mikkjal brúkti 7 minuttir og 32 sekund, so brúkti Julian 9 minuttir og 43 sekund um teinin.
Tveir "lítlubeiggjar" vóru komir at heppa á beiggjar sínar. Hesir høvdu súkklu við, og eftirsum foreldrini góvu grønt ljós, so sluppu hesir sjálvandi at royna seg eisini. Teir koyrdu eitt umfar og so tætt var millum teir, at tá avtornaði voru bert 2 sekund millum teir.
Úrslit, dreingir bólkur 1, 4 umfør:
1. Tóki Veyhe, 7 minuttir
2. Jónas Djurhuus, 7:18
3. Alexandur Lava Olsen, 7:27
4. Liam Mouritsen, 7:51
5. Bragi Djónason, 8:07
6. Mattias Brøðraberg, 8.13
7. Alexandur Kollsker, 8.47
8. Jósef Vinther Tummason, DNF
9. Theo Slættanes, DNF
Úrslit, dreingir bólkur 3, 5 umfør:
1. Mikkjal Rosen, 7 minuttir 32 sekund
2. Julian Brøðraberg, 9:43
Úrslit, dreingir bólkur 0, 1 umfar:
1. Magnus Veyhe, 2 minuttir 27 sekund
2. Rani Djurhuus, 2:29