«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Ársins seinasta kapping

Leygardagin 3. oktobur verður seinasti tjansur at bjóða sær sjálvum og øðrum av í vegasúkkling í hesum kappingarárinum. Tí leygardagin endar kappingarárið 2020.
Einkultstartur er á skránni, og leygardagin er tað fimta og seinasta Einkultstartskappingin í GIANT Várkappingini 2020. 

Hetta er ein kapping, har tað bara verður kappast í Einkultstarti. Av teimum fimm kappingunum kunnu tríggjar koyrast á Einkultsstartssúkklu og kappsúkklu við TRI boyla. Tvær kappingar skulu hinvegin koyrast á kappsúkklu. Og leygardagin verður kappast á kappsúkklu. 

Samlaði vinnarin er funnin, og tað er Dávur Magnussen, sum fyri fýra kappingar, hevur vunnið sær 26 stig.
Næstur honum er Jákup Petur Eliasen. Jákup Petur hevur samanlagt 22 stig. 

Skal ein luttaka í samlaðu kappingini er tað eitt krav, at íðkarin í minsta lagi luttekur í fýra kappingum. Og fýra tey bestu úrslitini telja. So um nú Dávur ikki kundi luttaka leygardagin, og Jákup Petur vann og samlað tí kom uppá 29 stig, so var Dávur kortini samlaði vinnarin.

Nei, ein kann ikki vinna samlað, men ein kann fyri tað vinna kappingina, sum verður á einari rutu vit ongantíð áður hava koyrt.
Byrjað verður við Skúlan á Argjahamri, leiðin gongur síðan til Kirkjubø. Vit koyra runt Kirkjubømúrin, eftir ovara vegi, og nú gongur leiðin móti Velbastað. Vit koyra eftir Evravegi, koyra oman í Velbastað. Koyra fram við húsinum hjá Teitur Lassen, og so gongur leiðin annars móti Syðradali. Málið er við rulliportrið áðrenn koyrt verður oman í Syðradal. 

Kappingin byrjar kl. 15 og allir luttakarar skulu møta við P-økið við Skúlan á Argjahamri kl. 14.30.
Minnist til lyktir og skiftiklæðir.

Viðheft er úrslitið frá GIANT Várkappingini 2020.

GIANT várkappingin 2020, samlaða úrslitið, eftir 4. umfa