«2024»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29      
M T M H F L S

4. umfar av GIANT TT kappingini 2023 - enn ein sigur til Jákup Petur

Í dag bleiv kappast í 4. umfari av GIANT TT kappingini 2023. Hetta var fjórða av fimm Einkultstartskappingum. 
Væl hevur gingist hjá Jákup Petur Eliassen, ið eftir sigurin í dag hevur vunnið sær 28 stig samlað. Vinnarin  fær sjey stig, og við fýra sigrum hevur Jákup Petur tí fult stigatal. 
Ein kvinna luttók, og Anida Johannesen vann sær tí somuleiðis 7 stig.

Kaldbaksbotnur var karmur um kappingina í dag. Byrjað var við keiina í Kaldbaksbotni. Leiðin gekk fyrst móti Kaldbaksbygd. Vent bleiv við við Krossá, og so gekk leiðin aftur móti Kaldbaksbotni. Her bleiv vent við "oynna" við landsvegin, og so bleiv aftur koyrt móti keiini í Kaldbaksbotni. Hesin teinur er 8 kilometur langur, og skuldu luttakarar koyra hendan teinin tríggjar ferð. 

Veðrið var av tí besta. Ikki nógvur vindur var, og sólin skein bæði oman og niðan, hóast klokkan bara vísti hálvgum níggi. Hetta hevði við sær, at ferðin hjá fleiri hampuliga høg. Vinnarin koyrdi beint undir 40 km/t ímeðal, og er hetta gott tá hugsað verður um, at súkklarin seks ferð skal heilt niður í ferð tá vent verður, ávikavist við Krossá og um oynna í Kaldbaksbotni.
Fyri góðum mánaði síðan var eisini kappast í Einkultstarti. Úrslitið minti eitt sindur um úrslitið í dag. Jákup Petur vann, og Pauli Poulsen gjørdist næstur. Tá var munurin góðar tríggjar minuttir. Í dag var munurin bert 50 sekund. Spennandi verður 23. septembur, tá fimta og seinasta umfar av GIANT TT kappingini 2023 verður. Livst so spyrst. 

Úrslit frá 4. umfari av GIANT TT kappingini 2023, kvinnur, 24 km:

1. Anida Johannesen, 49 minuttir og 4 sekund

Úrslit frá 4. umfari av GIANT TT kappingini 2023, menn, 24 km:

1. Jákup Petur Eliassen, 36 minuttir og 1 sekund
2. Pauli Poulsen, 36:51
3. Gunnar Dahl-Olsen, 37:32
4. Casper Rosen, 39:12
5. Rógvi Róin, 40:06
6. Flóvin Ejdesgaard, 41:57
7. Eyðun Jakobsen, 43;16
8. Elmar Ósá, 45:45

Næsta kapping verður 9. septembur. Tá verður kappast í "Up Hill". Hetta er fyrstu ferð at hetta slag av súkklukapping verður roynt í Føroyum. Kappingin verður í Vestmanna, og teinurin, ið skal koyrast verður frá Torginum, niðan gjøgnum Posthúsbrekkuna, og síðan niðan eftir Meðalsbrekku, og niðan til  Brandstøðina.
Dagin eftir, sunnudagin 10. septembur, skulu súkklarar aftur í eldin. Tá verður kappast í Landavegsúkkling, og verður tað Eysturoyggin, ið verður karmur um ta kappingina.