«2021»Í dag«Okt»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

LM Kring Føroyar 2021

Fimm dagar, fimm etapur - 4. til 8. august 2021

Aftur í ár verður Kring Føroyar á skránni. Vanliga er kappingin í juli mánað, men í ár verður kappingin í august, hetta vegna føroysku ”Oyggjaleikirnar”, sum ÍSF skipar fyri.

Kring Føroyar súkklukappingin er ein sokallaður TOUR´ur, og kappingin er samansett av eitt ávíst tal av teinum og døgum. Í ár verða teinarnir FIMM í tali. 

Kring Føroyar 2021 verður í døgunum frá 4. til 8. august. 

Í ár verður koyrt á Vágoynni, Streymoynni, Eysturoynni, Borðoy og Viðoy, og sjálvandi eisini í Suðuroy.

Teinarnir eru millum 25 og 80 km. Tvs. tilsamans smáar 350 km. Í mun til undanfarin ár koyra ØLL somu teinar.

 

Dagur 1, mikudagur 4. august. Einkultstartur, Vágar

Kappingin byrjar kl. 18, og endar kl. 19.

Startur: FK í Miðvági

Mál: FK í Miðvági

Teinur: Miðvág – Flogvøllur – Sørvágur – Bø – Sørvágur – Flogvøllur - Miðvágur
 

GG! ØLL kappast á ROAD súkklu 


KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021

   

Dagur 2, hósdagur 5. august. Eysturoy - Borðoy

Kappingin byrjar kl. 17.00. Kappingin endar kl. 20.

Startur: Magn við Streymin

Mál: Effostøðin í Klaksvík

Teinur: Norðskála – Ljósáir – Eiðisskarð – Funningur – Funningsbotnur - Skálabotnur – Gøtueiði – Syðrugøta – Norðagøta – Leirvík - Klaksvík


KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021

    

Dagur 3, Fríggjadagur 6. august. Viðoy

Kappingin byrjar kl. 16. Kappingin endar kl. 18.

Startur og mál: Hvannasund

Teinur: Hvannasund – bergholið til Viðareiði – Viðareiði - gamli vegur móti Hvannasundi – Bergholið til Viðareiði.

Teinurin skal koyrast 6 ferð


KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021

    

Dagur 4, leygardagin 7. august. Suðuroy

Kappingin byrjar  kl. 10. Kappingin endar kl. 13.

Startur: Effostøðin á Tvøroyri (um WC er komið). Annars við Skúlan í Trongisvági.

Mál: Effostøðin í Vági.

Teinur: Tvøroyri – Hovsegg – Hov – Porkeri - Vágur – Lopra – bergholið til Sumba – Hestin - Lopra – Vágur.


KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021

    

Dagur 5, sunnudagin 8. august. Streymoy

Dagur 5, sunnudagin 8. august. Streymoy

Kappingin byrjar kl. 13, og endar til 16.

Startur: Gundadalur

Mál: Badmintonhøllin í Gundadali

Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Hósvík - Kollafjarðadalur – Oyggjarvegur – Ringvegur – R. C. Effersøesgøta – Gundadalsvegur – Áargeil – Ringvegur - R. C. Effersøesgøta – Gundadalsvegur.


GG!! Broytingar kunnu fyrikoma. Tilmeldingarfreistin er 23. juli, og tilmeldingin fer fram her:

Kalendari – sst.fo ella á www.atgongumerki.fo (her ber til at gjalda)