Lógir felagsins
Grein 1:
Navn felagsins er: Tórshavnar Súkklufelag - stytt: TSF.
Endamál felagsins: at økja um áhugan fyri súkkluítróttinum í Føroyum.
Grein 2:
Ein og hvør, sum góðtekur felagslógina, og sum vil gjalda tey gjøld, sum eru ásett og góðtikin á aðalfundinum, kann gerast limur í felagnum.
Lógin verður útflýggjað við innliman.
Grein 3:
Um limur ikki heldur skyldur sínar í felagnum, kann starvsnevndin taka avgerð um útliman.
Grein 4:
Tórshavnar Súkklufelag verður stýrt av:
a) Aðalfundinum
b) Starvsnevndini
Grein 5:
Aðalfundurin hevur hægsta vald í málum TSF’s
Aðalfundur verður hildin í Mars mánaði við hesi dagsskrá:
1. Formaðurin greiðir frá farna ári.
2. Kassameistarin leggur fram granskoðaðan roknskap.
3. Innkomin mál.
4. Væl av starvsnevnd, varalimum og granskoðara smb. grein 8 og 9.
5. Ymiskt.
Grein 6
Aðalfundurin verður lýstur við einum mánaða freist.
Roknskaparárið er 1. Januar til 31. Desember.
Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av felagnum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera starvsnevndini í hendi 1 viku áðrenn aðalfundin.
Grein 7:
Fyri at uppskot skal verða samtykt á aðalfundinum krevst , at meira enn helmingurin av teimum møttu atkvøða fyri.
Standa atkvøður á jøvnum, er tað atkvøða formansins, ið fær avgerðina.
Grein 8:
Í starvsnevndini sita 3 limir, ið skipa seg við formanni, kassameistara og skrivara. Teir verða valdir á aðalfundi fyri eitt 2 ára skeið. 1 ólíka ár og 2 líka ár.
2 tiltakslimir verða eisini valdir á hvørjum ári. Tiltakslimirnir fáa eisini ábyrgdarøki, at umsita saman við starvsnevndini.
Starvsnevndin umsitur:
a) Samtyktir aðalfundana
b) Raksturin av TSF
c) Góðkenning av ítróttarútgerð, ið skal nýtast í kappingum.
Starvsnevndin hevur heimild at seta fólk til seruppgávur til frama fyri TSF.
Grein 9:
Granskoðari skal veljast hvørt ár at granskoða roknskapin.
Granskoðarin skal ikki sita í nevndini, men kann vera limur í TSF.
Grein 10:
Eykaaðalfundur kann verða hildin tá ein triðingur av limunum krevja tað.
Hann má verða fráboðaður minst 14 dg frammanundan.
Grein 11:
Broytingar í kappingarreglum felagsins, kunnu bara gerast á aðal-ella eykaaðalfundi.
Grein 12:
Verður felagið avtikið, skulu ognir tess falla til ÍSF



